Ein av okkara kjarnutænastum er okkara verkstaður. At hava egið verkstað er ein ógvuliga stórur og týðandi partur av okkara samleika. Vit umvæla, rigga til og loysa allar teldutrupulleikar. Vit leggja stóran dent á, at kundin følir seg tryggan og veit, nær umvælingin er liðug, og hvør kostnaðurin er.
Øll viðskiftafólk eru vælkomin niðan í hølini á Smyrilsvegi 7 við telduni ella aðrari útgerð, um okkurt skuldi verið áfatt. Tað er ber tó eisini til at loysa trupulleikar umvegis telefon ella netið, har vit kunnu fara inn á tykkara teldu og hjálpa á staðnum, soleiðis at tú sleppur enn skjótari í gongd aftur. Tú ert altíð vælkomin at ringja og spyrja
Samband
Ert tú áhugað/ur í at hoyra nærri, ert tú vælkomin at koma inn á gólvið ella seta teg í samband við okkara telduverkstað.
Ert tú áhugað/ur í at hoyra nærri, ert tú vælkomin at koma inn á gólvið ella seta teg í samband við okkara telduverkstað.
ANGUTITSIAQ KREUTZMANN, samskipari