Starvsfólk
-
ØLL
-
LEIÐSLA
-
VINNUDEILD
-
MARKNAÐARDEILD
-
HANDIL
-
KT-DEILD
-
TRYGDARTÓL
-
SKRIVSTOVA
<
>
Upplatingartíðir: MÁN-HÓS: 08:00-17:30 FRÍ: 08:00-18:00 LEY: 10:00-16:00
tel. 61 61 00 - info@tt.fo - Smyrilsvegur 7 - Postsmoga 1144

Um okkum
TelduTænastan varð sett á stovn í 1987. Fyrsta navnið var Telduteam, men mett varð, at navnið var ov fremmant, tískil bleiv navnið broytt til TelduTænastan. Í 2014 keyptu Fróði Clementsen og Høgni Thomsen fyritøkuna. Teirra mál var at halda fram við góðu kundatænastuni.
Heilt frá byrjan av hevur dentur verið lagdur á, at snikka teldurnar eftir tørvinum hjá kundunum, tískil hava vit ikki einans lagt okkum eftir at selja so nevndar standard teldur. Hesin leistur hevur riggað avbera væl og vit hava valt at halda fast í honum.
TelduTænastan hevur altíð húsast á Hálsi í Havn. Handilin er fluttur nakrar fáar metrar frá upprunastaðsetingini, men flestu hava óivað vita hvar vit vóru, nevniliga grannar hjá Skemmuni og Colorama. Tó í 2019 fluttu TelduTænastan í nýggj høli á Smyrilsvegi 7 og bleiv harvið granni hjá Idémøblar og Kids-leikur.
Sum tíðin er liðin, er vøruúrvalið broytt. Telduheimurin er í støðugari broyting og tí er tað av allar størsta týdningi, at vit fylgja við. Nýggju eigararnir hava valt at fara aftur til røturnar hjá fyritøkuni. Hettar merkir, at í dag hevur TelduTænastan alt til tann einstaka brúkaran, og fyritøkuna. Vit hava eitt stórt úrval printarum, blekki, tónarum, teldum, skíggjum, innbúgv o.s.fr.
Hjá okkum ber til at fáa allar teldur umvældar, uttan mun til merkið.
Her eru øll eru vælkomin á gátt, men vit hava eisini møguleika at senda okkara kønu starvsfólk út til tykkara.

"Vit hildu, at møguleikarnir vóru sera stórir fyri einari slíkari fyritøku, sum leggur dent á tænastu til privat fólk og smærri og størri fyritøkur."
-Fróði Clementsen |
"Fyritøkan byggir á stóra vitan og fagligar førleikar, og hesum halda vit fast í. Starvsfólkini hava verið kjarnan í fyritøkuni øll hesi árini. Tú skalt kunna krevja av okkum at vit vita, hvat vit tosa um, og at ráðini frá okkum eru álítandi. Hjá okkum eru góð ráð ikki dýr. Tænastan fylgir kundanum allan vegin. Tað er við hesari tankagongd, at kundarnir ár eftir ár hava vent aftur til TelduTænastuna."
- Høgni Thomsen |
Nethandilin |
Vinnan |
Navigation |
Tænastur |
Starvsfólk |
Sp/f TelduTænastan |