Heilin í skipanini
Hub 2 Plus hevur 4 samskiftiskanalir og styðar uppundir LTE. Ein slík samanseting gevur tær møguleikan at binda hub’in á 2 ymiskar háttir, via Ethernet og/ella Wi-Fi, samstundis sum tú hevur møguleika til trygdarkopi við telefon internetið.
Skuldi eitt samskiftisbrek komi fyri, skiftir hub’urin sjálvur skjótt yvir á tí næstu samskiftiskanalina og hevur trygdina undir eftirliti. Skift ímillum kanalir uttan trupulleikar, uppá fá sekundir. Hub 2 Plus kann stýra upp til 200 MotionCam varnarum og útvegar mynda váttan av ávaringum til brúkarir og trygdarstøðir uppá bert 9 sekundir, eisini tá hub’urin brúkar sim-kort til samskifti. Takk til LTE-support. |
Hub plus hevur 4 samskiftiskanalir. GSM modul, har møguleiki er at koyra 2 sim kort í sum stuðla uppundir 2G og 3G netverk.
Eisini hevur hub’urin Ethernet og Wi-Fi. Skuldi eitt samskiftisbrek komi fyri, skiftir hub’urin sjálvur skjótt yvir á tí næstu samskiftiskanalina og hevur trygdina undir eftirliti. Hub Plus er sniðgjørdur til at ansa eftir stórum byggningum við nógvum rúmum og fólki. Til ber at stovna sær 25 bólkar ella lata heilar 99 brúkarar stýra hubbinum, eisini kann hubburin umsita einar 150 sensorar og 50 vakmyndatól, og taka sær av trygdini. Hetta ber til, tí, í hubbinum er nógvur RAM-kapasitetur umframt ein nýggjur og sterkur prossesari. |
Roykvarnari
Tráðleysur roykvarnari við hita sensori Alt samdøgrið tekur hann sær av trygdini í rúminum og boðar tær frá beinavegin verður hann varur við royk ella eina brádliga hitabroyting.
Møguligt er, at roykvarnarin riggar sjálvstøðugur, uttan hubbin eins og hann gevur ljóð frá sær við innbygdum ávaringarljóðið. Hevur tú fleiri alarmar, kunna hesir arbeiða saman við FireProtect. |
Tráðleysur roykvarnari við hita sensori og CO-mátara. Roykvarnarin tekur sær av trygdini alt samdøgrið, og boðar tær beinavegin frá CO-útláti, royki ella bráðligari hitabroyting.
Ein fotoelektriskur sensor í alarminum varnast roykin. Varnast roykvarnarin ikki roykin, verður hann varur við tann bráðliga hitavøksturin. Møguligt er, at roykvarnarin riggar sjálvstøðugur, uttan hubbin eins og hann gevur ljóð frá sær við innbygdum ávaringarljóðið. Hevur tú fleiri alarmar, kunna hesir arbeiða saman við FireProtectPlus. |
Vatnfølari
Stikkkontaktir
Stikkkontaktin sigur tær hvørji tól brúka mest streym og skiftir lit, tá eitt tól oyðslar streym.
Í standby brúkar hon minni enn 1W. Stikkkontaktin er barnasikrað. Smábørn kunnu ikki koyra skrúðubløð ella annað í hana. Við stikkkontaktini nýtist einki stríð og strev at vera. Tendra ketilin ella restarta routaran, meðan tú situr í sofuni. Eisini ber til at innstilla øll ljós og tól til at sløkna ta løtuna, tú fert í song. |
Relay verður nýtt til at stýra tólum, sum brúka lítið av streymi.
Eitt nú um rullugardinir skulu upp ella niður, aktivera eletriskar lásskipanir o.a Relay stýrir teimum eletrisku streymveitingunum, sum steingir og letur upp trygdarskipanina, sum veitir streym. Relay koyrir uppá eina 7-24V DC-spenningsveitara. Tann turra kontaktin er ikki galvanisk bundin við sjálvt tólið. Tólið er sett upp í samlidósum, býtistalvum og klivum til umskiftistól. |
WallSwitch verður nýtt at stýra tólum, við hægri stretmnýtslu.
Eitt nú, til at sløkkja/tendra strúki jarni, garasjuna, hitan í gólvinum v.m. Tóli stýrir teimum eletrisku streymveitngunum við hjálp av rele’num, sum lukkar og opnar fyri streymveitingar trygdarskipanini. Tóli riggar í 110 V og 220 V ljóskervi. Mátarin vísir allatíð streymnýtsluna. Tóli verður forbundið í eina lækkaða veggjaplátu og síðani forbundi við streymveitingarnetið. |
Er tað innbrot, gassleki ella eldur, ber tað til við hesum knøtti at boða eini trygdarstøð frá beinavegin. Gerst ein knappliga ússaligur og neyðugt er við læknahjálp, kann hann trýsta á knøttin og fáa hjálp beinavegin.
Harafturat kanst tú eisini við hesum knøddi, stýra húsarhaldstólum. |
Ein lyklaringur við innbygdum panikknøtti (fob-panikknøttur), so ein, er hann komin í vanda, kann boða sínari familju frá. Eisini kann lyklaringurin stýrahúsarhaldstólum.
Tóli tryggjar, at falskar áheitanir ikki vera sendar út, skuldi ein av óvart komið undir. |
Í MotionCam eru bæði ein alarmur ”Jeweller”, ið ávarar beinavegin, og eitt myndatól ”Wings”, sum sendir myndir, ið koma fram á telefonina innanfyri níggju sekund.
MotionCam kann vera 1700 m frá hubbinum og kortini rigga. Tað tekur eina røð av myndum, so ein fær eitt grundað ávaringarboð. (Fyri at ”MotionCam” skal rigga, er neyðugt við ”Hub 2” ella ”Hub 2 Plus”.) |
Tráðleysi hurðasensorurin boðar frá, í somu løtu hurðin gongur ella vindeygað fer upp. Hann kann setast á øll hurðasløg og á metalsíður.
Bretska hi-end-reed-switche, er eitt magnetfelt í tólinum, sum fær tólið at skrásetta, tá hurðin gongur og vindeygu fara upp. Tólið er sett saman av einum følara og tveimum magnetum. Tann størra magnetin verður stillað upp 2cm frá og tann minna 1cm frá. |
Tráðleysi hurðasensorurin boðar frá, í somu løtu hurðin gongur ella vindeygað fer upp. Hann kann setast á øll hurðasløg og á metalsíður.
Bretska hi-end-reed-switche, er eitt magnetfelt í tólinum, sum fær tólið at skrásetta, tá hurðin gongur og vindeygu fara upp. Tað kann setast á takvindeygu og vindeygu sum heild. Ein kann trygt lufta út og ikki skula stúra. Skeiklast tólið ella ristist, sendir tað hubbinum boð beinavegin. |
Verjan til MotionProtectOutdoor ger trygdina nógv betri.
Hetta verjir fyri kava, so hann ikki setur seg á følararnar og sendir ein falska ávaring. Eisini verjir hetta fyri regninum og toruni, ið bæði kunnu ávirka følararnar. |
Tað er nógv rørsla og gangur rundan um okkum. Tað kann verða torført hjá einum følara at vita hvat er hvat, men ein skal ikki stúra, tí MotionProductOutdoor hevur tveir PIE-sensorar.
Hetta merkir at følararnir hvørki skráseta djór ella trø, ið flyta seg av vindi. |
|
|
ReX og StreetSiren
Tryggja heimið við
einum klikki
Ajax appin ger tíni trygdartól lættari at stýra. Tendra Ajax við nøkrum fáum klikkum. Tendra ketilin ella kaffikannina áðrenn tú fert heim frá arbeiði.
Fá boð skjótt ígjøgnum SwiftAlerts, ein protokol sum sjálvt framkomnir boðberðar burdu øvunda.
Trýst á knøddin niðanfyri og fá vegleiðing um,
hvussu tú knýtir hvørt einstakt tryggleikatól til hub'in og sostatt fært eitt tryggari heim!
hvussu tú knýtir hvørt einstakt tryggleikatól til hub'in og sostatt fært eitt tryggari heim!
Við atliti til at betra um trygd og minka um skaða og svinn, veitir Ansni Tøkni brandalarmar, innbrotsalarmar, vakmyndatól og elektroniskar lásaskipanir. Vit eru serkønir innan trygdartøkni. Vit veita tær holla ráðgeving um slag og samanseting av skipan, seta skipanir upp og veita fylgjandi eftirlit og tænastu. Í 2019 fóru vit í samstarv við TelduTænastuna, vit kunna nú bjóða trygd og tænastu í serflokki. Tú finnur okkum av tí sama, á Smyrilsvegi 7 í Tórshavn. |
Samband
Ert tú áhugað/ur í at hoyra nærri, ert tú vælkomin at koma inn á gólvið ella seta teg í samband við Mikkjal ella Fríða